Def Leppard er ein enskur rokkbólkur úr Sheffield, sum varð stovnaður í 1977 sum partur av New Wave of British Heavy Metal-rørsluni. Grundað á styrkini í útgávunum Pyromania og Hysteria bleiv Def Leppard ein tann best seljandi rokkbólkurin í 1980’unum við einari sølu omanfyri 65 mió. eintøkum kring allan heim [1]. Av hesum vórðu 35 mió. eintøk seld í USA. Def Leppard eru á 31. plássi á "Greatest Artists of Hard Rock" hjá VH1[2].

Def Leppard live í 2007

Tónleikastílur og arvur rætta

Tónleikurin hjá Def Leppard er eitt bland við elementum úr hard rokki, útgávuorienteraðum rokki og tungmálmstónleiki, við fleirfaldum løgum av vokal harmonium og melodiøsum guitarriffum. Hóðast teir mangan hava verið roknaðir millum størstu bólkarnar í New Wave Of British Heavy Metal-rørsluni seint í 1970'unum, vórðu teir miðskeiðis í 1980'unum óynskt settir í samband við veksandi glam metal leikpallin, fyrst og fremst orsakað av teirra mainstream succes og teirra fínpoleraðu ljóðframleiðslu. Def Leppard hava útvíst sína ónøgd við "glam metal" spjaldrinum, tá tað ífylgi teimum, ikki júst lýsir teirra útsjónd og tónleikastíl[3] Archived 2009-03-09 at the Wayback Machine.

Tá útgávan "Hysteria" kom út, útviklaði bólkurin eitt sermerkt ljóðbílæt við elektroniskum trummum og effektløddum guitarljóði, og omaná fleirfaldað løg av luftigum, harmoniseraðum røddum. Def Leppard er ein av fimm rokkbólkum, sum hava tvær studioplátur, sum hava selt yvir 10 mió. eintøk hvør í USA. Hinir bólkarnir eru The Beatles, Led Zeppelin, Pink Floyd, og Van Halen.

Limir í bólkinum rætta

Núverandi limir rætta

Fyrrverandi limir rætta

Tour tónleikarar rætta

  • Jeff Rich – trummur, slagverk (August 1986 – afturat Rick Allen)

Plátuskrá rætta

Høvuðsgrein: Def Leppard discography

The Def Leppard World - Discography

Tillutanir og tilnevningar rætta

Høvuðsgrein: List of Def Leppard awards and nominations


Sí eisini rætta

Útvortis leinkjur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið