Dawn Sears (7. desember 196111. desember 2014) var ein amerikonsk country songkvinna úr Minnesota. Hon gav út 3 studio solofløgur, harav tvær vóru útgivnar av stórum plátufeløgum, harumframt gav hon eisini fleiri stakløg og stakfløgur út. Nøkur av løgunum hava verið á hittlistum í Amerika og Kanada. Hon sang eisini backing røddir í orkestrinum Vince Gill's band og var limur í tónleikabólkinum The Time Jumpers. Í januar/februar 2013 var føroyski Hallur Joensen yviri í Nashville fyri at taka upp fjórðu fløgu sína: Hallur with Stars and Legends. Dawn Sears var gestasangari á tveimum av sangunum: Tonight I'm Coming Home og My Sweetest Hello.[1] Stutta tíð eftir, at Hallur hevði verið í Nashville, fekk Dawn staðfest krabbamein í lungunum.[2] Hon andaðist í Gallatin, Tennessee 11. desember 2014, 53-ára gomul. Sears var gift við Kenny Sears (tey spældu eisini saman í orkestrinum Time Jumpers), og átti eina dóttir, Tess.[3]

Tónleikaútgávur rætta

Fløgur - album rætta

Heitið Smálutir um útgávuna
What a Woman Wants to Hear
Nothin' but Good
Dawn Sears
  • Útgávudagur: 2002
  • Plátufelag: hevur sjálv útgivið

Stakløg og stakfløgur rætta

Ár Staklag Hittlisti
nummar
Fløga
Album
US Country
KAN Country
1990 "San Antone" Sangurin var ikki útgivin á fløgu
"'Til You Come Back to Me" What a Woman Wants to Hear
1991 "Good Goodbye" 77
1994 "Runaway Train" 62 71 Nothin' but Good
"Nothin' but Good"
"—" merkir útgávur, sum ikki náddu á nakran hittlista

Tónleikavideo rætta

Year Video Leikstjóri
1990 "San Antone"
1991 "Good Goodbye" Jim May
1994 "Runaway Train"[4] Steven Goldmann
"Nothin' but Good"[5] Michael Salomon

Keldur rætta

  1. "Planet.fo Nógv umtalaða fløgan hjá Halli er komin". http://planet.fo/grein/nogv_umtalada_flogan_hja_halli_er_komin. Heintað 2013-06-09. 
  2. Theboot.com
  3. "Dawn Sears of Time Jumpers dies at 53". The Tennesseean. December 12, 2014. http://www.tennessean.com/story/entertainment/music/2014/12/12/dawn-sears-time-jumpers-dies/20306397. Heintað December 12, 2014. 
  4. "CMT : Videos : Dawn Sears : Runaway Train". Country Music Television. http://www.cmt.com/videos/dawn-sears/383347/runaway-train.jhtml. Heintað October 14, 2011. 
  5. "CMT : Videos : Dawn Sears : Nothin' But Good". Country Music Television. http://www.cmt.com/videos/dawn-sears/384620/nothin-but-good.jhtml. Heintað October 14, 2011.