Dar es Salaam er størsti býur og týdningarmesti havabýur í Tansania. Býurin hevur fyrr itið Mzizima. Hann var høvuðsstaður landsins, til Dodoma gjørdist høvuðsstaður í 1973. Tað almenna fólkatalið í Dar es Salaam er umleið 4,3 milliónir (2012), men harafturat eru nógv túsund fólk, sum ikki eru skrásett nakrastaðni. Býurin er handilsmiðdepil í Tansania, og meginparturin av útflutningi landsins verður avskipaður haðan. Tað eru nógv ídnaðarvirki í býnum, og nógv ferðafólk vitjar hagar á hvørjum ári.

Dar es Salaam.
Dar es Salaam
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið