Dánial Hoydal (føddur 14. juni 1976 í Tórshavn) er føroyskur rithøvundur, týðari og samskiftisráðgevi. Hann er útbúgvin cand.mag í retorikki og informatikki. Hann hevur skrivað tekstin til Ólavsøkukantatuna, sum varð framførd á 1000 ára haldinum fyri kristnan Føroya, hevur týtt sangspølini Godspell og Ótrúliga dreymakotið hjá Jósefi og hevur skrivað tekstin til fyrstu føroysku operaina, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað tónleikin til. Operain Í Óðamansgarði byggir á stuttsøguna: Den gale mands have hjá Williami Heinesen og varð frumframførd í 2006.[1]

Útgávur rætta

  • 2001 Í geyma
  • 2006 Eygað í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
  • 2007 Seks yrkingar í Vencil 2

Keldur rætta

  1. "Bfl.fo, Dánial Hoydal". http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP232. Heintað 2013-10-05.