María Corazón Sumulong Cojuangco-Aquino (25. januar 1933 - 1. august 2009) var ein filipinskur politikari. Hon fór treyðug upp í politiskt virksemi, tá ið maður hennara, andstøðingurin Benigno Aquino var myrdur í somu løtu, hann steig út úr flogfarinum á flogvøllinum í Manila, júst afturkomin úr útlegd, sum hann hevði verið í síðan 1983. Men Corazon kom at ganga undan í uppreistrinum ímóti Marcosi. Tá ið Marcos flýddi, tók hon við og gjørdist forseti í Filipsoyggjum, til hon tók seg aftur í 1992.

Corazon Aquino


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið