Condoleezza Rice
Føddur 14. november 1954
Alabama Birmingham, Alabama
USA Sameindu Statirnir
Trúgv Kristin
Yrki Professari
Útbúgving Stjórnmálafrøði (PhD)
Flokkur Republikanski Flokkurin
Álitisstørv
2005-2009 Uttanríkisráðharri í USA


Condoleezza Rice (f. 14. november 1954 í Birmingham, Alabama) var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Republikanska forsetanum George W. Bush. Rice er fødd í Alabama í 1954. 15 ára gomul fór hon at lesa musikk í Denver í Colorado, og ætlanin var at blíva konsertpianistur. Men á universitetinum fylgdi hon einum skeiði í internationalum politikki og bleiv hereftir bitin av áhuga fyri Sovjetsamveldinum og internationalum relatiónum. Í 1974 tók hon bachelorprógv í politiskari vísund, í 1975 masterprógv og í 1981 PhD.

Í 1990unum undirvísti hon í politiskari vísund. Haraftrat hevði hon tilknýti til vinnulívið. Hon var m.a. stjóri í oljufelagnum Chevron. Í 1989-91 var hon stjóri á deildini fyri sovjetisk og eysturevropeisk málsøki í Trygdarráðnum í USA. Við síni hollu vitan um Sovjetsamveldið gjørdi hon stórt inntrykk á forsetan, George W. Bush. Í 2000 bleiv hon útnevnd til ráðgeva í uttanríkismálum hjá forsetanum, og í desember sama ár bleiv hon trygdarráðgevi hansara. Í 2005 bleiv hon uttanríkisráðharri. Rice hoyrir til á tí neokonservativa vonginum í USA.

Con­do­leezza Rice er ann­að konufólkið, sum er sloppið í uttanríkis­ráð­harra­sess­in hjá stórveldinum. Hin fyrra var Made­l­ine Albright, sum var dótt­­­ir ein av lærarunum hjá Con­­­do­­leezzu Rice á lærda háskúl­a­num. Hon er úr svarta minnilutanum í USA.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið