CTD, Carnitine transporter deficiency, er ein arvalig ílegusjúka, sum forðar kroppinum at brúka feitt sum orku, serstakliga í tíðarskeiðum uttan mat. Carnitinið í kroppinum stavar frá føði og verður eisini framleitt í kroppinum. Fólk við CTD hava ein protein feil í proteininum kalla carnitin transporter, sum føra carnitin inn í kyknurnar og forða fyri, at tað fer úr kroppinum.

Carnitin

Sjúkueyðkenni rætta

Vanliga koma fyrstu tekinini og sjúkaeyðkennini av CTD hjá nýføddum og tíðliga í barnaárunum. Tekin kunnu verða óvanligur heilavirkni, sjúkt hjarta, ørviti, spýggj, vøddaveikleiki og lágt blóðsukur.

Sjúkuavgerð og sjúkuviðgerð rætta

Ein kan kannast fyri CTD á tríggjar hættir: 1. Máta carnitininnihaldið í blóðinum. 2. Ílegukanningar. 3. Máta virkni av carnitinflytarum á dyrkaðum húðkyknum[1].

Viðgerðin fyri CTD er at tilføra carnitin í so stórum mongdum, at innihaldið av carnitini í blóðinum verður regulskipað.

Títtleiki rætta

Helvtin av Føroya fólki hevur latið seg kanna fyri CTD, 120 eru funnin við ílegusjúkuni, og tað eru fleiri, enn læknarnir høvdu væntað. Áðrenn kanningarnar byrjaðu, varð hildið, at ein av hvørjum 1.300 í Føroyum mundi hava sjúkuna [2], nú vísir tað seg, at ein av hvørjum 400 hevur CTD. Aðrastaðni, til dømis í USA, Danmark, Avstralia og Japan, er talið ein av hvørjum 40 000. Kanningarnar seinasta árið vísa, at sjúkan kann raka øll og ikki bert børn og ung. Tilkomnir menn eru funnir, har aldur og æðrakálking kundi verið ørsøkin til teirra hjartatrupulleikar, men nú vísir tað seg at vera CTD.

Arvafrøði rætta

 
CTD hevur eitt ikki kynsbundið arvamynstur.

Søga rætta

Slóðir rætta

Keldur rætta

  1. "hmr.fo - Hvussu verður kannað fyri CTD?". http://www.hmr.fo/Default.aspx?pageid=10893. Heintað 2010-03-22. 
  2. "hmr.fo - Hví fáa nøkur CTD?". http://www.hmr.fo/Default.aspx?pageid=10891. Heintað 2010-03-22.