ST nevndin fyri búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi (á enskum Committee on Economic, Social and Cultural Rights, stytt CESCR) hevur til uppgávu at kanna, hvussu ST limalondini halda seg til skyldurnar í CESCR sáttmálanum. Í sáttmálanum binda londini seg til at tryggja sínum borgarum rættindi til arbeiði, heilsu, útbúgving og nøktandi liviumstøður. Sáttmálin er frá 1966 og kom í gildi fyri Føroyar í 1972.