Bonn er stórbýur í vestara parti av Týsklandi.

Bonn
Flag of Bonn
Flag
Coat of arms of Bonn
Coat of arms
Bonn liggur í Germany
Bonn
Bonn
Coordinates: 50°44′N 7°6′E / 50.733°N 7.100°E / 50.733; 7.100Coordinates: 50°44′N 7°6′E / 50.733°N 7.100°E / 50.733; 7.100
Land Týskland
Fyris. región Köln
Distrikt kreisfreie Stadt
Stovnaður 1. øld
Stjórn
 • Yvirborgmeistari Ashok-Alexander Sridharan (CDU)
Øki
 • Tilsamans 141,06 km2 (Bad rounding here54 sq mi)
Fólkatal (desember 2017)
 • Tilsamans 325,490[1]
Tíðasona CET/CEST (UTC+1/+2)
Postkotur 53111–53229
Telefonkotur 0228
Akfar skráseting Bn
Heimasíða www.bonn.de

Býurin, sum liggur við Rínánna, hevur yvir 325.000 íbúgvar. Bonn er tann 9. størsti býur í stakríkinum Nordrhein-Westfalen og tann 19. størsti býur í Týsklandi.

Søga rætta

 
Gravsteinurin hjá einum rómverskum hermanni.

Býurin varð stovnaður undir navninum Bonna fyri 2000 árum síðan. Castra Bonnensis var latínska heitið á býnum við Rínánna í Rómverska rikinum.

Víkingar vitjaðu Bonn tvær ferðir. Býurin varð oyðilagdur í 882 og 883.

Í miðøldini gjørdist Bonn høvuðssætið hjá Kurfúrstadøminum Köln í tí Týsk-rómverska ríkinum. Hetta tíðarskeið endaði tó, tá ið fraklendingar hersettu býin í 1794. Eftir at franski keisarin, Napoleon, hevði lagt vápnini í 1815, gjørdist Bonn partur av Prusslandi. Stjórnin setti á stovn lærda háskúlan Rheinische Friedrich-Wilhelms-Universität í 1818, sum er uppkallaður eftir táverandi proysiska konginum.

Eftir Seinna heimsbardaga varð Samveldislýðveldið Týskland stovnað í mai 1949 og Bonn gjørdist fyribils høvuðsstaður í Vesturtýsklandi tann 29. november 1949.[2]

Tá Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind tann 3. oktober 1990, gjørdist tó Berlin uppaftur týski høvuðsstaðurin. Í juni 1991 atkvøddi tingið, at sæti hjá týsku stjórnini eisini skuldi flytast til Berlin, og so fekk Bonn heitið "Bundesstadt".

Myndir rætta

Kend fólk rætta

Sí eisini rætta

Ávísingar úteftir rætta

Keldur rætta