Bayonetta er eitt nýtt 3D action spæl, ið verður gjørt til Playstation 3 og Xbox 360. Tað serliga áhugaverda við hesum spæli, er at tað verður framleitt av PlatinumGames, undir leiðslu av Hideki Kamiya. Maðurin hevur stórar royndir á økinum. Hann er upprunaligi skaparin av vældámdu Devil May Cry-røðini, men hevur als ikki havt nakað at gjørt við eftirfylgjaranar. Eftirsum at Hideki nú ger eitt nýtt spæl í somu genru sum Devil May Cry, vænta fólk sær eitt slag av "andaligum eftirfylgjara" til upprunaliga spæl hansara.

Enn er ikki nógv kunning komin um spælið, men vit vita at høvuðspersónurin er ein heks, við revolvarum á bæði hondum og føtum. Og so segði Hideki okkurt gátuført um at hár hennara er deyðiligt.

Bayonetta kemur út í 2009.

Ein stuttur CG trailer kann síggjast á heimasíðuni hjá spælinum Archived 2008-09-03 at the Wayback Machine.


Útvortis ávísing rætta