Bartal Hofgaard Hestoy (føddur 16. oktober 1992). Hann svimur fyri Havnar Svimjifelag og Føroyar. Hann hevur serliga gjørt seg galdandi í 2012 og 2013. Hann hevur eitt nú sett føroysk met í 400 m blandað og í 200 m bringu[1]. Hann vann gullnál á HS stevnuni í apríl 2012 í 400 m blandað.[2] Í 2012 vann hann bronsu í 400 m blandað á Norðurlandsmeistarastevnuni í Finlandi.

Bartal Hestoy
er eitt menniskja
Fødd(ur) 16. okt 1992
Dátuheiti

Lívsleið innan svimjing rætta

HM á langgeil 2013 í Barcelona rætta

Bartal luttók á heimsmeistarastevnu á langgeil í Barcelona í august 2013. Hann setti nýtt føroyskt met í 400 m blandað við tíðini 4:35.37.[3]

  • Nr. 47 í 200 m blandað við tíðini 2:09.46, sum var persónligt met[4]

FM 2013 rætta

  • Gull í 4 x 100 m blandað við tíðini 3:58.82
  • Gull í 4 x 100 m frí við tíðini 3:34.53
  • Silvur í 4 x 50 m frí við tíðini 1:36.95[5]
  • Silvur í 200 m bringu við tíðini 2:18.82
  • Silvur í 200 m blandað við tíðini 2:05.39
  • Silvur í 100 m firvald við tíðini 57.64
  • Silvur í 100 m blandað við tíðini 58.88
  • Silvur í 400 m blandað við tíðini 4:25.64
  • Silvur í 200 m firvald við tíðini 2:06.65
  • Bronsu í 100 m bringu við tíðini 1:07.00

Íslendska Meistarastevnan 2013 rætta

Bartal luttók á íslendsku meistarastevnuni í apríl 2013. Stevnan eitur á íslendskum Íslandsmeistaramót og varð hildin í Laugardalslaug-høllini í Reykjavík. Tveir føroyingar luttóku, hin var Óli Mortensen. Bartal vann gull og setti føroyskt met í 200 m bringu við tíðini 2:26.46.[6]

  • Gull í 200 m bringu við tíðini 2:26.46 (føroyskt met)
  • Gull í 200 m blandað við tíðini 2:10.34
  • Nummar fýra í 200 firvald við tíðini 2:13.47

Actavis Open 2013 í Hafnarfirði rætta

Bartal luttók á íslendsku svimjistevnuni Actavis Open í mars 2013 í Hafnarfirði. Hann setti føroyskt met í 400 blandað við tíðini 4:38.10.[7] Hann setti eisini setti nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing við tíðini 1:08.84.[8]

Norðurlendska Meistarastevnan 2012 í Vaasa rætta

  • Bronsu í 400 m blandað við tíðini 4:26.51[9]

Familja rætta

Bartal er sonur Jon Hestoy, sum er fyrrverandi elitusvimjari og er formaður í Svimjisamband Føroya.

Keldur rætta

  1. sportal.fo[deyð leinkja] Gull og føroyskt met til Bartal
  2. Svimjing.com Video: Pál og Bartal dystast í 400 blandað
  3. Svimjing.com, Bartal 4:35.37 og nýtt føroyskt met í 400 blandað
  4. Omegatiming.com, 15th FINA WORLD CHAMPIONSHIPS, Barcelona (ESP), 19th July - 4th August 2013, Men's 200m Individual Medley
  5. Livetiming.dk
  6. Svimjing.com Bartal 2:26.46, gull og føroyskt met í 200 bringu á ÍM 50m 2013
  7. Svimjing.com Bartal 4:38.10 og føroyskt met í 400 blandað
  8. Svimjing.com Bartal Hestoy og Markus Joensen met í Íslandi í dag
  9. Svimjing.com Bartal 4:26.51 og bronsu í 400 blandað á NM í Vaasa