Attika er er ein søguligur landslutur í Grikkalandi, kendur úr fornaldarsøguni, men er í dag eisini ein av teimum 13 fyrisitingarligu landslutum Grikkalands (periforia á grikskum, region á enskum), men hetta nýggja økið er væl størri enn tað søguliga Attika og fevnir eisini um nakrar oyggjar umframt ein part av Peloponnes, oyggjarnar eru eitt nú Salamina, Egina, Poros, Spetses og Hydra, sum liggja sunnanfyri og í ein útsynning frá Athen og Pireus, og so Kythira, sum liggur sunnanfyri Peloponnes. Landsluturin Attika fevnir um 3.808 km2. Í 2011 var fólkatalið í landslutinum 3.827.624. Tað søguliga Attika er ein hálvoyggj, sum gongur út í Egearahavið, og har høvuðsstaður Grikkalands, Athen, liggur.

Landsluturin Attika (fyrisitingarligt øki)

Fyrisiting rætta

Attika landsluturin varð settur á stovn í 1987 undir einum fyrisitingarligum reformi, og til 2010 vóru hesar fyrisitingarligu eindirnar í landslutinum: Athen, Eystur Attika, Pireus og Vestur Attika.

Við Kallikratis ætlanini í 2010, var alt umskipað. Síðan 1. januar 2011 er Attika landsluturin býttur sundur í 8 regionalar eindir:[1]

Guvernørurin hjá regiónini síðan 1. januar 2011 er Ioannis Sgouros, sum varð valdur til tey lokalu valini í Grikkalandi í 2010, hann varð valdur fyri PASOK (sosialistaflokkin). Tær regionalu eindirnar eru so aftur býttar sundur í kommunur, t.d. er regionala eindin Oyggjar, býtt sundur í 8 kommunur og Vesturattika er býtt sundur í 5 kommunur.

Keldur rætta

  1. "Reformurin hjá Kallikratis, lógartekstur". http://www.kedke.gr/uploads2010/FEKB129211082010_kallikratis.pdf. Heintað 2013-04-28. 

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið