Mohamed Anwar El Sadat (føddur 25. desember 1918, deyður 6. oktober 1981) var egyptiskur politikari og forseti frá 1970 til 1981. Hann luttók í kvettinum í 1952, ið førdi til kong Farouk 1. varð koyrdur frá. Í 1969, eftir at hava røkt fleiri størv í stjørnini, varð hann valdur til varaforseta fyri vinmannin Gamal Abdal Nasser. Tá Nasser doyði árið eftir, gjørdist Sadat forseti.

Anwar Sadat, 1978

Á ferð hansara til Jerusalem í 1977, ið førdi til at Camp David-sáttmálin varð undirskrivaður í 1978 við forsætisráðharra Ísraels Menachem Begin, varð vegurin slóðaður fyri einari ísraelskari-egypstiskari friðaravtalu í 1979. Hann fekk Friðarheiðursløn Nobels í 1978 saman við Menachem Begin. Í oktober 1981 varð hann myrður av limum úr einum egypstiskum islamskum Jihad-felagsskapi. Eftirfylgjari hansara gjørdist Hosni Mubarak.