Amnesty International Føroyadeild

Amnesty International Føroyadeild er ein føroyskur mannarættinda felagskapur, ið starvast undir Amnesty International.

Eitt føroyst frímerki, ið vísir á Amnesty International.

Hugsjón og endamál rætta

Hugsjónin hjá Amnesty International er ein heimur, har hvørt menniskja hevur øll mannarættindini, sum eru staðfest í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða, um Mannarættindi og onnur altjóða viðurkend mannarættindi.Til tess at røkka hesi hugsjón, er málið hjá Amnesty International at gera kanningar og tiltøk, at fyribyrgja og steðga álvarsligum brotum á rættin til kropsligt og sálarligt sjálvræði (integritet), samvitskufrælsi, framsøgufrælsi og frælsi frá mismuni, innan karmarnar av arbeiðinum at stríðast fyri øllum mannarættindum. Aðalmálini hjá Amnesty International Føroya Deild:

  • At skapa tilvitan um mannarættindi. At syrgja fyri, at øll í Føroyum vita, hvørji mannarættindini eru og hvat hesi merkja fyri hvørt einstakt menniskja.
  • At kunna um og virka fyri at betra mannarættindastøðuna í heiminum - skapa kjak, hugburðsbroytingar og eggja til samhaldsfesti.
  • At fylgja mannarættindastøðuni í Føroyum. Verða álvarslig brot á grundleggjandi mannarættindini framd móti ávísum bólkum í føroyska samfelagnum, hava vit skyldu til at vísa á trupulleikan, og at gera alt, vit kunnu fyri, at trupulleikin verður loystur.[1]

Útvortis leinkjur rætta

Facebooksíða Amnesty International Føroyadeild: https://www.facebook.com/AmnestyInternationalForoyaDeild

Keldur rætta

  1. "Archive copy". http://www.amnesty.fo/node/3. Heintað 2014-12-12.