Alexandra, greivinna av Frederiksborg

Alexandra Christina Manley (f. 30. juni 1964 í Hong Kong) gjørdist donsk prinsessa, tá hon í 1995 giftist við Joachim prinsi (f. 1969). Hjúnini fingu tveir synir, Nikolai (f. 1999) og Felix (f. 2002), áðrenn tey skildust í 2005.

Tá Alexandra 3. mars 2007 giftist við Martin Jørgensen (f. 2. mars 1978), misti hon tittulin prinsessa og gjørdist í staðin greivinna av Frederiksborg. Hjúnini kunngjørdu stutt eftir vígsluna, at Alexandra var við barn. Tey búgva í eini villa á Østerbro í Keypmannahavn.

Slóðir úteftir rætta

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo