Ólavur II (Haraldsson) hin Heilagi (Oláfr hinn helgi) (995 - 29. juli 1030) var kongur í Noregi 1015 - 1028. Ólavur Heilagi er verndarhalgimenni hjá Føroyum, Noregi og Álandi. Rex Perpetuus Norvegiae – “Ævigi kongur Noregs” verður Ólavur heilagi nevndur. Eingin annar kongur hevur havt so stóran týdning fyri Noreg og tess gomlu atlond sum hann. Hann var kongaborin, føddur 995, sama árið sum Ólavur Trygvason kom aftur til Noregs. Hann var ættaður frá Haraldi hárfagra. Foreldrini vóru Haraldur Grenski, kongur í Ringaríki, og Ásta Guðbrandsdóttir. 

Kálkmálningur av Ólav í Överselö kirkju í Strängnäs, Svøríki

Eingin av teimum norsku kongunum, ið kravdu valdið yvir Føroyum, er so væl kendur sum Ólavur hin heilagi. Ólavsøkan er til minnis um Ólav Heilaga. Í Føroyingasøgu verður sagt frá, at Ólavur Heilagi á fundi við føroyingar ásetur lógir og skatt í Føroyum. Sóknarkirkjan í Kirkjubø er nevnd Ólavskirkjan eftir Ólavi heilaga. Á runda toppstykkinum á stólarvanga úr kirkjuni er skurðmynd av konginum, ið roknaður var sum verndarhalgimenni føroyinga. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið